USA vísir framvegis stóran áhuga fyri Grønlandi, og fyri tveimum vikum síðan vitjaði Jeff Landry, guvernør í Louisiana og serligur sendimaður hjá Donald Trump í Grønlandi, í Nuuk. Vitjanin skapti nógv kjak. Mótmæli vóru móti amerikonsku vitjanini, samstundis sum amerikonsku umboðini hittu grønlendskar politikarar og vinnulívsfólk. Millum tey, sum tóku ímóti innbjóðingini til fund við amerikanararnar, var fyrrverandi fólkatingslimurin Aaja Chemnitz. Eftir fundin hevur Aaja Chemnitz greitt frá, at hon metti tað vera týdningarmikið at hava samrøðu við amerikanararnar, men samstundis at gera teimu
Henda søga hetlendinga og okkara eru so líkar, at hon kundi verið føroysk. Høvundurin fylgir søguni frá tí, at hálendskir fiskimenn í hundraðtali komu til hetlandsleiðirnar í 16. øld og upp til avbjóðingarnar í fiskiídnaðinum nú á døgum. Alla frásøguna kryddar hann við minnis- og heimildarbrotum um toskafiskiskap í 19. øld undir Føroyum og Grønlandi og um sildatíðina, sum fekk Hetland at stórblóma tíðliga í 20. øld. John Goodlad hevur skrivað yrkisbókina Saltleiðirnar. Regin av Steinum týddi úr enskum, og Sprotin gav út í vetur. Gestir í Lesikrókinum eru Johan Dahl, tingmaður fyri Sambandsflok
Nýggja farleiðin til Dals nærkast, nú seinasta skotið í Dalstunlinum varð latið fyri viku síðani.
Søgan um Norðurlandahúsið
Søgan um Norðurlandahúsið
Um Tórshavnar Jazz, Fólka og Blues Festival. Luttakarar: Brandur Øssursson og Niels Uni Dam.
Fyrrapartin hava vit verið til ólavsøkuguðstænastu í Dómkirkjuni, har ið Ove Brim, prestur, prædikaði, vit hava sæð skrúðgonguna við prestum, bispi, løgtingskvinnum og -monnum, landsstýriskvinnum og -monnum, og løgmanni og øðrum ? og fyri fyrstu ferð síðani Havnará lat uppaftur. Nýggj tingseta er byrjað og fyri fyrstu fer varð tingið sett av einari løgtingsforkvinnu, løgmaður hevur hildið sína fyrstu ólavsøkurøðu síðani løgtingsvalið í fjør, og risastóra ólavsøkukórið hevur sungið undir leiðslu av Tóru Vestergaard. Ólavsøkan er tjóðarhátíð okkara ? og ólavsøkuhjartað er Havnin, har ið flest øl
Í sendingini hoyra vit kórsang og samrøður. Luttakandi kórini eru: Felagskórið Vestmanna sangkór Siloakórið Tarira Suð Tórshavnar manskór Vágakórið Fuglafjarðar sangkór Silvitni Kórið hjá Jóhan Xperiment Stranda sangkór Ljómur Morgunkórið Eystanljóð Tórshavnar Kamarkór Havnarkórið Gøtu kirkju ungdómskór Samrøður eru við: Michael Bawtree Gudny Vang Arinu Bischoff Zacharias Sørensen
Sum partur av mentanarvikuni í Runavíkar kommunu var orðaskifti um mál og miðlar í Løkshøll. Millum annað var tosað um miðlarnar í dag, hvørja ávirkan miðlarnir hava á tað føroyska málið, og hvør hevur ábyrgdina av, at føroyska málið verður varðveitt. Tey, sum skiftu orð um hetta evnið, vóru: Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, Tróndur Vatnhamar, Uni Leitisstein Hansen, Trygvi Danielsen, Eirikur Lindenskov, Anna Joensen-Næs og Helena Kannuberg. Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri helt røðu, og Katrin Petersen var orðstýrari.
Lurta eftir røðuni her.
Lurta eftir røðuni her.
Lurta eftir røðuni her.
Lurta eftir røðuni her.
Lurta eftir røðuni her. Grækarismessuhald í Havn 2023 Havnar Hornorkestur og skótarnir eru trúføst at spæla og ganga skrúðgongu á grækarismessu. Fitt av fólkið var komið at lýða á hornblástur og røðu.
Luttakandi kórini á konsertini vóru: Felagskór Xperiment Tarira Vágakórið Glymur Tórshavnar Kamarkór Vestmanna sangkór Silvitni Havnarkórið Gøtu Kirkju Ungdómskór Tórshavnar Manskór Eystanljóð Kórleiðari var Tóra Vestergaard
Lurta eftir røðuni her.
Lurta eftir røðuni her.
Lurta eftir røðuni her.
Lurta eftir røðuni her:
Fyrsta hornblástrarfelaga á Eiði varð stovnað í 1920, tá fyrstu hornini vórðu keypt - 2 trompetir, 2 althorn, 1 tenorhorn, 1 Es-tuba, 1 lítla trumma og 1 klokkuspæl. Eftir øllum at døma hava tíðarskeið verið við lítlum og ongum hornblástri; men undir Seinna heimsbardaga kom lív í aftur og eftir kríggið fóru menn burtur, so tá bar einki til við hornum. 22. januar 1967 varð Eiðs Ljómfelag endurstovnað. Orkestrið var rættuliga virkið hesa tíðina og styttri tíðarskeið uppundir hornorkesturstevnuna hevði Eiðis Ljómfelag í fleiri ár útlendskan venjara á vitjan: Gert Rasmussen, hornblásari í Sønderjy
Í samband við 100 ára stovningardagin, helt harmoniorkestrið GHM stórfingna konsert í Norðurlandahúsinum 26. mars í ár.
Hoyr alla røðuna her.
Lisa Jacobsen greiðir frá, hvussu ið hon minnist jólini sum barn bæði í Mikladali og í Leirvík.
Hoyr søguna her
Rúni Eysturlíð leggur til rættis