Umstøðurnar á eldraøkinum eru ikki nøktandi, og trupulleikin fer ikki at minka, tvørturímóti. Við broyttari fólkasamanseting, har vit fáa fleiri eldri, verður eldraøkið heldur ikki bíligari at reka. Síðani málsøkið fór til kommunurnar at umsita í 2015, hava inntøkurnar vaksið hvørt ár, men vøksturin steðgar í 2027. Tá er vandi fyri, at summar kommunur hokna undir byrðuni. Í dag spyrja vit politisku skipanina, hvussu eldrarøktin skal skipast frameftir - og hvussu hon skal fíggjast. Við í sendingini: Johnny í Grótinum, Grímur Sundstein, Liljan Weihe, Aksel V. Johannesen og Ruth Vang. Gjørt sendi
Vit liva longur, og tí verða fleiri eldri í Føroyum í framtíðini. Tað er steinur oman á byrðu hjá eldraøkinum, sum longu er undir trýsti. Í fleiri støðum í landinum er tørvur á bæði starvsfólkum og búplássum. Og pengarnir, sum higartil hava goldið fyri eldraøkið, eru farnir at ganga undan. Eldraøkið er evnið í sendingini dag. Vit tosa um avbjóðingar og loysnir. Við í sendingini: Torbjørn Jacobsen, Hans Kári Vang, Barbara Eystberg Sørensen, Mary Anthonsdóttir, Bingerð H. Fosságil og Johnny í Grótinum. Gjørt sendingina: Birgit Carina Eliasen, Birita Matras petersen og Katrin Johannesen, sum eisi
Ikki færri enn fimm hitabylgjur hava rakt Evropa í summar. Í fleiri evropiskum londum hevur hitin verið meira enn 40 stig. Hitabylgjurnar hava elvt til turk og skógareld í Evropa, og fleiri eru deyð av nógva hitanum enn vanligt, meta hagtalsstovnar og heilsustovnar. Men nær er talan um hitabylgju? Hvørjar eru avleiðingarnar av hitanum í Evropa, sum setti met í summar?Tað er sannlíkt, at nógvi hitin er komin fyri at vera, so hvussu kunnu evropisku londini fyrireika seg til nýggja veruleikan? Tað spyrja vit í dag í sendingini í dag. Við í sendingini: Turið Laksá og Ragnheiður Bogadóttir. Gjørt s
Burðardygd var eitt av høvuðsevnunum á altjóða fiskivinnuráðstevnuni IIFET, sum hevur verið í Norðurlandahúsinum hesa vikuna. Burðardygd hevur eisini verið á breddanum seinastu mánaðirnir, tá fólk í vinnuni fóru at stúra fyri, at MSC-góðkenningin skuldi fara, tí at hon er treytað av, at fiskiskapurin verður stýrdur burðardygt. Og hvussu gera vit so tað? Fiskivinnuting var eisini á sjómannadøgunum á Klaksvík í vikuni, og har tók kjak seg upp, um vit skulu fara frá fiskidagaskipanini til kvotuskipan. Altso skulu vit lata rættindi at fiska í so og so nógvar dagar, ella rættindi at fiska eina ávís
Løgmaður hevur sent eitt uppskot til hoyringar, sum krevur, at internetveitarar skulu goyma ein logg, har tað stendur, hvør IP-adressa var online, og nær. Upplýsingarnar skulu goymast í eitt ár. Á tann hátt ber til hjá løgregluni at síggja, hvør eigur internethaldið, og nær tað er brúkt aftur í tíðina. - Hetta uppskotið fevnir víða, men ikki djúpt, sigur stjórin í Dátueftirlitinum. - Við hesum amboðnum kunnu vit greiða nógv mál, sum vit ikki kunnu í dag, sigur løgreglan. - Vit eiga at taka kjakið um, hvar markið gongur fyri privatfriðin hjá fólki, sigur samfelagsfrøðingurin. Í sendingini verðu
Ja ella nei til ES, tað er evnið á Breddanum í dag, tí 29. august verður fólkaatkvøða í Íslandi, har fólkið skal gera av um Ísland skal taka samráðingar við ES uppaftur, um ES-limaskap. Íslendingar eru ikki samdir og summar av grundgevingunum fyri og í móti líkjast teimum føroysku. Hvat er tað sum hendir í Íslandi í løtuni, hvørjar eru grundgevingarnar fyri og ímóti íslendskum limaskapi í ES og hví er hetta viðkomandi fyri okkum í Føroyum? Luttakkarar: Hanna í Horni, føroysk sendikvinna í Íslandi, Daði Már Kristoffersson, íslendskur fíggjarmálaráðharri og Sólvit Nolsøe, stjórnmálafrøðingur Ver
Fyrradagin var mammudagur. Føroyskar mammur eiga 2,1 barn í part, meðan miðaltalið fyri Evropa er 1,3-1,4 barn. Hvussu er tað at vera mamma í Føroyum, og hvat eiga vit at gera og ikki gera fyri at varðveita stóra føðitíttleikan. Og hvønn mun ger ein barnakekkur og hægri útgjald í barsilsskipanini? Luttakarar: Sólrun Foldbo, stjóri í Gigni. Sigrun Jónsveinsdóttir, sum er nevndarlimur í Kongshavnar Kvinnufelag, kommunustýrislimur í Runavíkar kommunu, og sum stillaði upp fyri Javnaðarflokkin til seinasta val. Rósa Tyril, sum hevur stillað upp fyri Miðflokkin og seinast fyri Fólkaflokkin, og hevur
Skiftandi skipanir hava verið galdandi síðani 2010 - onkuntíð skattur - sum alivinnan ynskir og onkuntíð tøkugjøld - sum ávísir politiskir flokkar hava ynskt. Men í 2024 gjørdi undanfarna samgonga eina breiða semju um leistin, hetta fyri at fáa eina varandi loysn. Sambært galdandi skipan verður gjald tikið inn eftir bæði skatti og tøkugjaldi. Politikarirnir tykjast nøgdir við breiðu semjuna og at gjøldini til alivinnuna eru komin í eina fasta legu. Men er tað ein góð loysn? Tað hyggja vit uppá í Breddanum í dag. Hoyr millum annað samrøðu við Beinir Henriksen, sum hevur skrivað serritgerð um fø
Ein alsamt størri partur av virðunum, sum verða skapt í vinnuni fara til fyritøkurnar, meðan ein minni lutur fer til løntakararnar. Hvussu javnt er tað føroyska samfelagið? Tað er ilt at siga nakað um - men vit síggja í dag tekin um, at stórur ójavni er í samfelagnum, hóast tað sokallaða Ginitalið er lágt, tá tað kemur til inntøkur. Tað merkir í vanligum máli, at tað ikki er so stórur munur á inntøkunum hjá folki. Men hyggja vit út gjøgnum vindeygað síggja vit stórar dýrar bilar, og vit síggja húsaprísirnar fara til himmals Samstundis hoyra vit um børn, hvørs dagligdagur er merktur av, at tey
Ætlanin er at gera dieselolju og bensin mvg-frítt í 3 mánaðir, men hvønn mun ger tað? Og er tað rætti mátin at hjálpa sperdum familjum í løtuni? Tað kjakast limir í fíggjarnevndini um í Breddanum. Samgongan var ikki nógvar dagar gomul, tá landsstýrismaðurin í fíggjarmálum boðaði frá, at landsstýrið vildi lata ein stuðul í sambandi við at oljupisirnir eru nógv hækkaðir. Men ætlanin hjá Akseli V Johannesen, landsstýrismanni í fíggjarmálum hevur fingið mótstøðu bæði inni í samgonguni og í anstøðuni. Heilt ítøkiliga gongur uppskotið út uppá at frítaka Bensin og diesel fyri mvg frá at uppskotið er
Í morgin er Altjóða arbeiðaradagur, har arbeiðarafeløg brúka høvi at gera vart við seg á teimum ymsu 1. maidagshaldunum. Men hví halda vit 1. mai? Er tað viðkomandi enn? Í sendingini fara vit aftur í søguna um arbeiðarafeløgini, og spyrja, hvat tey upprunaliga settu sær fyri. Tann spurningin seta vit Erlandi Viberg Joensen, lektara í søgu á søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya, sum granskar í m.a. føroysku arbeiðarafeløgunum. Er málið rokkið? Og hvussu er støðan hjá arbeiðarafeløgunum í dag? Tað spyrja vit um í Breddanum í dag. Í útvarpsstovuni eru Sonja Jógvansdóttir, samskipar
Tað var ein feilur, at Heilsufrøðiliga Starvstovan meldaði Bakkafrost til fútan. Tað sigur Christian Andreasen, advokatur hjá Bakkafrosti um tað nógv umrødda málið um eina bót uppá 67 milliónir, sum fyrstu ferð gjørdist alment í december í 2021. Umrøðan av málinum byrjaði sum kunnugt við, at eitt telefonnotat hjá stjóranum í løgmanskrivstovuni gjørdist alment. Eitt telefonnotat, sum vísti, at fútin hevði ringt til løgmannskrivstovuna og gjørt vart við, at Bakkafrost varð blivið meldað, og at útlit vóru til eina bót uppá 67 milliónir krónur. Í farnu viku gjørdist málið aftur aktuelt - nú tí het
Ferðavinnan verður mett at hava 1,4 milliardir krónur í útflutningsvirði. Vinnan er nú triðstørsta vinnan í landinum eftir fiskivinnuna og alivinnuna. Fleiri og fleiri ferðafólk velja nú airbnb, tá ið tey skulu gista í Føroyum, og nú sova fleri útlendingar í føroyskum íbúðum og húsum í staðin fyri á hotellum. Men tað eru eisini fleiri, ið siga, at pengarnir frá ferðavinnuni ikki í nóg stóran mun liggja eftir kring landið, men at teir fara til tær stóru fyritøkurnar í Havn. Fólk í ferðavinnuni og politikarar kjakast í Breddanum í dag, um vit skulu halda á somu leið, ella broytingar skulu gerast
Hvør eigur at avgera, nær eitt lív skal enda? Í Føroyum er virkin deyðshjálp ólóglig og revsiverd. Men samstundis er tað loyvt at halda uppat við lívsleingjandi viðgerð og at geva pínulinna, sum kann framskunda deyðan. Í fleiri londum er virkin deyðshjálp seinastu árini vorðin ein lógligur møguleiki undir ávísum treytum, og í hesi vikuni hevur evnið eisini verið reist í Føroyum, har fleiri faklig ráð komu við sínum íkasti til spurningin. Men tað er ikki bara ein løgfrøðiligur spurningur, hvørt vit skulu hava virkna deyðshjálp ella ikki. Tað er fyrst og fremst ein etiskur spurningur. Men hevur
Tá ein kommuna keypir tænastur ella bjóðar arbeiði út, eigur tað at vera besta boðið, sum vinnur. Men er tað altíð soleiðis? Ein nýggj spurnarkanning hjá Kappingareftirlitinum vísir, at stívliga triðja hvør fyritøka, sum hevur verið við í kommunalum útboði og innkeypi, sigur seg hava verið fyri órættvísi. Fyritøkur halda, at staðseting, kennskapur til fólk í kommununi - og í summum førum óreiðiligar gerðir - kunnu hava týdning fyri, hvør vinnur. Kappingareftirlitið mælir tí til, at reglur verða gjørdar um kommunal útboð og innkeyp. Gestir: Bjarni Dal-Christiansen, fulltrúi í Kappingareftirliti
Í leikinum "Lear Kongur" velur Búi Dam at seta Biritu Mohr, sum hevur alzheimer, aftur á pall. Endamálið er at varpa ljós á, hvussu vit viðgera tey, sum onkursvegna eru øðrvísi - og harvið eggja samfelagnum til at hugsa meira um inklusión, sigur leikstjórin, sum eisini er sonur fólkakæra sjónleikaran. Í sendingini í dag hyggja vit nærri at nýggja heimildarfilminum "Birita", sum fylgir hesari verkætlanini. Vit spyrja m.a., um tað ber til at geva samtykki við skerdum minni og um har er eitt mark? Og so viðgera vit, um vit í Føroyum eiga at duga betri at rúma ymiskleika? Við í sendingini: Unn Jus
Sunnudagin var tað valið, sum politiskir eygleiðarir og viðmerkjarir hava kallað tað mest umráðandi valið í Evropa í ár. Peter Magyar vann á Viktor Orbán, sum hevur sitið við valdið í Ungarn í 16 ár. Tað var ikki nøkur loyna árðenn valið, at í Russlandi, USA og í Evropa hevði hetta valið nógv at siga. Ungarn gjørdist í valstríðnum ein vígvøllur hjá fleiri stórveldum. Stjórnirnar í Russlandi og USA stuðlaðu sitandi forsetanum Orbán, men hinvegin var gleðin stór í Evropa, tá tað gjørdist greitt at Magyar hevði vunnið. Men hví er eitt so lítið land so áhugavert hjá nøkrum av teimum mest valdsmikl
Í gjár gjørdist ABC samgongan veruleiki og Beinir Johannesen løgmaður. Dagurin var merktur av smílum, tá nýggja løgtingið kom saman fyri fyrstu ferð - og seinni eisini við pinnamati og blómum í Tinganesi, har nýggju landsstýrisfólkini tóku við starvinum.Tað eru eisini smíl og gott lag, sum hava eyðkent samgongusamráðingarnar, í øllum førum at síggja til. Men fer tað at halda fram, tá ABC samgongan av álvara fer til arbeiðis? Tað spyrja vit um í dag, tá politiskir viðmerkjarar koma í útvarpsstovuna. Vit spyrja eisini, um tær breiðu semjurnar síggjast aftur í samgonguskjalinum? Og hvat tað er fy
Løgtingsval verður 26. mars og fólkatingsval 24 mars, og valstríðið er byrjað. Forfólkini í flokkunum vóru í sjónvarpsstovuni mikudagin, tá løgtingsvalið var útskrivað. Men í dag snýr tað seg ikki um tey, men um tey ungu. Bústaðir. Exit Føroyar. Lestrarumstøður. Lestrarmøguleikar í Føroyum ella lesa uttanlands. Í sendingini í dag sleppa tey ungu til orðanna. Umboð fyri politisku ungmannafeløgini koma útvarpsstovuna, og vit spyrja tey: Hvat eru týdningarmestu málini? Og hvat krevja tey ungu av politikarunum, nú val er í hondum? Vertur: Annika Bolton Mortensen Gestir: Áki Stenberg frá Unga Samba
Trýstið frá fakfeløgunum hevur fingið stóran part av heiðrinum fyri, at løgmaður skrivaði út val í gjár. Serliga Javnaðarflokkurin, men eisini Tjóðveldi, kundu ikki liva við at samtykkja uppskotið um at hækka pensjónsaldurin. Nógv hava nevnt tað serliga sambandið millum teir báðar politisku flokkarnar og fakfeløgini. Helgi Eidesgaard, søgufrøðingur, sum hevur skrivað søguna um Føroya Arbeiðarafelag, fer at greiða frá søguni um sambandð millum fakfeløgini og politisku flokkarnar. Vit varpa eisini ljós á politisku støðuna, nú løgtingsval er útskrivað. Jóhann Lützen og Árni Gregersen, politiskir
Lagnudagur var í løgtinginum í gjár. Fyrst var onnur viðgerð av málinum um at hækka pensjónsaldurin, og síðani var onnur viðgerð um fyrireiking, projektering og útboð av Suðuroyartunnlinum við tilhoyrandi tunnilskervum og vegakervum. Bæði málini vóru samtykt, og skulu til triðju viðgerð í morgin, mikudagin. Vit fáa vitjan av tveimum politiskum viðmerkjarum í Breddanum í dag. Vit fara at hyggja nærri at degnum á tingi í gjár, tosa um hvat man henda i sag og meta um, um vit kunnu vænta, at málini verða endaliga samtykt í morgin. Bústaðarmarknaðurin Í gjár var eisini ein frágreiðing frá greininga
"Skulu vit hava ein muslimskan depil í Føroyum?". Hesin spurningur hevur veruliga sett eld á orðaskiftið í Føroyum seinastu vikurnar, eftir at tað kom fram, at ein felagsskapur við fimm fólkum, fýra útlendingum og einum føroyingi, ætlaðu at stovna eitt sonevnt muslimskt bønarhús. Tað, sum byrjaði sum ein skrásettur felagsskapur, hevur ment seg til eitt víðfevnt kjak um trúarfrælsi, trygd, fremmandafígging - og um, hvussu viðbrekið føroyska samfelagið er. Politikarar eru ósamdir, sosialir miðlar kóka, og nevndarformaðurin í felagsskapinum sigur seg hava fingið hóttanir. Samstundis eru tað onnur
Tá vit tosa um trygd og hóttanir uttanífrá, hugsa mong kanska um hermenn, skip og flogfør. Men í dag liggur ein stórur partur av hóttanunum móti okkum fjaldur á netinum. Netálop, njósning og følsk kunning eru vorðin vanlig amboð hjá bæði statum og kriminellum bólkum. Tað snýr seg um at órógva samfeløg, raka kritiska undirstøðukervið, okkara fyritøkur, og skapa iva og ótryggleika í tí, sum verður rópt fyri hybrid krígsførsla. Føroyar liggja strategiskt mitt í Norðuratlantshavi - og eru samstundis partur av einum altjóða trygdarbýti. Men hvussu álvarsligar eru hesar hóttanir í veruleikanum? Hvat
Árliga trygdarráðstevnan í München er júst liðug - og boðskapurin var greiður: Evropa og USA skulu standa saman, men samstundis má Evropa taka nógv størri ábyrgd fyri egnari trygd. Samstundis var sagt beinleiðis, at gamla heimsskipanin, sum vit kenna hana, er burtur. So hvar standa vit nú í dag? Eru vit á veg inn í eina nýggja og meira ótrygga tíð, har ongin veruligur leiðari er? Og hvør tekur ábyrgdina, tá USA hugsar meira um egin áhugamál? Eru vit á einum søguligum vegamóti, har ein nýggj heimsskipan er við at taka skap? Og mitt í øllum hesum stendur Evropa: Hevur Evropa veruliga viljan og f
Vit eru í stóran mun bundin at amerikanskari tøkni. Vit brúka hana privat, tá vit ferðast á sosialum miðlum, og lítil ivi man vera um, at hetta er vorðið størsti pallur hjá almenna kjakinum. Tí verður eisini javnan sett spurnartekn við tøknirisarnar, sum ráða har, tí vangar verða javnan strikaðir fyri politiskar meiningar - ella minni enn tað. Vit nýta eisini hesa tøknina til arbeiðis, tá vit brúka forrit sum Teams, Word og Excel. Og í einari verð, har heimspolitiska støðan bara gerst spentari, er Evropa nú farið at tosa um at gerast óheft av amerikanskari tøkni. Í Fraklandi er eitt nú avgjørt