Í Kvørnini verða føroyskar tónleikaútgávur ummældar.Í útvarpsstovuni eru vanliga tvey tónleikaáhugað fólk saman við vertinum Eyðfinn Jensen.Fyritreyt fyri at ummæla í Kvørnini er brennandi áhugi fyri tónleiki, dirvi og hugur at siga sína hjartans meining.
The MZA EP vol. 2, ið er fimta EP'in við 22 ára gamla rapparanum og framleiðaranum Marius DC, byggir víðari á sama grundarlag sum debut EP'in, "The MZA EP", ið kom út í 2019. Á EP'ini eru seks sangir á enskum máli, sum Marius DC hevur skrivað, framleitt, ljóðblandað og frumbandað. Tó hevur danski framleiðarin Jeppe Engelbrecht Appel framleitt sangin, "Got It Made", og "Forever" er skrivaður og framførdur saman við Jazzygold. Skotsmál: 9/10 stjørnum: Regin Toftegaard 8/10 stjørnum: Ári Rouch Eyðfinn Jensen leggur til rættis.
Kvørnin: "TeleMama"
· 53:38
Á heildarútgávuni "TeleMama" eru 10 løg, sum limirnir í bólkinum hava gjørt í felag. Tekstirnar hevur Óli Joensen, forsangari í TeleMama, skrivað. Átta eru á enskum og tveir á føroyskum máli. Tónleikarar á útgávuni eru: Óli Joensen - sang, kór og guitar Hendrik Jacobsen - guitar Ørvur Argenziano Hentze - bass Dan Eyðun Karbech Saxov - tangentar Jákup Holm Johannesen - trummur Sjúrður Zachariasson - saxofon Upptøkurnar eru gjørdar í íbúðini heima hjá einum limi í TeleMama og í Atmozonic upptøkuhølinum í Danmark, har útgávan eisini er ljóðblandað og frumbandað - burtursæð frá sanginum "Hindsight
Kvørnin: "The End or Beginning of Us", Beinir
· 52:31
Á útgávuni eru fimm sangir á enskum máli, men seinasti sangur er bæði á enskum og á føroyskum. Beinir hevur skrivað sangirnar í samstarvi við Sharon Vaughn, Jónas Gaard, Morten Winther Nielsen og Lasse Boman. Beinir hevur eisini framleitt tónleikin, tó er sangurin "Won't let go" framleiddur saman við Rasmus Søegren. David Mørup hevur ljóðblandað og frumbandað EP'ina. Í tíðindaskrivið sigur Beinir: "Á útgávuni eru persónligir og erligir sangir um kærleika, iva og tær løturnar, har eitt samband annaðhvørt broytist, slitnar ella krevur, at tú veruliga stendur við títt og torir at gera nakað við t
Kvørnin: "Future Sports", Baldur
· 53:48
Á debut EP'ini "Future Sports" eru 6 sangir á enskum máli og eitt ljóðførislag, sum Baldur Nikolaj Heinesen Olsvig hevur skrivað. Tónleikin hevur Baldur framleitt saman við Alexander Bie, August Ørvad Jacobsen og Emil Mors Rasmussen. Allir sangirnir eru grundaðir á klassiska bólkakonstellation við bassi, guitari, trummum og sangi - víðkað og litað av ljóðborðum, vocodarum, talkbox og soundscape-elementum, sum vekja ein futuristiskan sci-fi-stemning. Í tíðindaskrivið verður greitt frá, at stílurin og ljóðið á EP'in Future Sports er ein samanrenning millum Sci-fi disco, synthpop og sport vibes -
Kvørnin: "Ókendir"
· 51:11
"Ókendir" er heitið á sjálvnevndu debut-útgávuni við føroyska tónleika-kollektivinum, sum fyri fyrstu ferð veruliga gjørdi vart við seg í tónleikakappingini Sement í fyrraárið, tá bólkurin tryggjaði sær pláss í finalu umfarinum. Yvirskipað er talan um eina føroyska rapp tónleikaútgávu við lagføgrum, sangbærum niðurløgum, har tónleikastílurin ferðast víða líka frá skrappum suðurstats-trappi til kalypso stev. Í tíðindaskrivið verða tey 11 løgini á útgávuni "Ókendir" lýst sum løtur og brot úr lívinum hjá føroyingum í aldrinum millum 20 og 30 ár. Tekstirnir eru allir á føroyskum og snúgva seg mest
Kvørnin: "Beautiful Obscenery", Greta Svabo Bech
· 47:30
Greta hevur skriva bæði orð og løg til teir 10 sangirnar á enskum máli á útgávuni, sum hon hevur tikið upp og framleitt saman við manni sínum, Fred Ruddick, í upptøkuhølinum heima í Fraklandi. Tað er fyri tað mesta tey bæði, Greta og Fred, ið spæla øll ljóðførini, men tey hava eisini fingið hjálp frá Mikael Blak, sum spælir bass á fimm løgum, Davide Rossi, ið hevur útsett, framført og tikið upp strúkarar og Ragnari Finsson, sum spælir el-guitar á lagnum "Islands". Um útgávuna sigur Greta: "Tónlistarliga er hetta væl friðarligari enn tað, ið eg áður havi útgivið. Eg havi hugsað plátuna sum eitt
Kvørnin: "Sýrublað", Guðrið Hansdóttir
· 51:18
Níggju sangir á føroyskum máli eru á plátuni "Sýrublað", ið er sjeynda solo-útgávan við Guðrið Hansdóttir. Høgni Lisberg hevur tikið upp, ljóðblandað og frumbandað, meðan Guðrið Hansdóttir og Høgni Lisberg hava lagt tónleikin til rættis og framleitt útgávuna í felag. Guðrið hevur gjørt øll løgini á útgávuni og eitt lag saman við Karl Andrias Stóra, meðan Beinir Bergsson hevur skrivað allar tekstirnar og ein í samstarvi við Guðrið. Guðrið sigur í tíðindaskrivi, at tá hon fór í holt við útgávuna var málið, at hon skuldi einans samstarva við listafólk, sum hon ikki hevði arbeitt við áður og at ge
Kvørnin: Trý føroysk stakløg
· 48:31
Ári Rouch og Birgar Larsen ummæla stakløgini "90'ini" við Ronnie, "Mín sál er í góðum hondum" við Lenu anderssen og "Dreymaland" við Starlight. Eyðfinn Jensen er vertur.
Kvørnin: "Wolfgang"
· 51:54
"Wolfgang" er heitið á sjálvnevndu debut LP'ini við rokkbólkinum Wolfgang. Á plátuni eru 11 sangir á enskum máli, sum limirnir í bólkinum í stóran mun hava skriva í felag. Í tíðindaskrivi verður boða frá, at plátan hjá Wolfgang er ikki bert ein vanlig tónleikaútgáva. Tað er eisini ein samanumtøka av søguni hjá kenda føroyska Hard Rokk bólkinum, ið kom fram sum partur av føroysku rokk-rørsluni í 90'unum, og skein bjart til ljósið sløknaði fyrst í 00'unum. Teir sum mannað Wolfgang eru: Einar Jacobsen, sang Bergmann Finnsson, guitar Kári Streymoy, trummur Gunnar Thomsen, bass Hans Heðinsson Hamme
Kvørnin: Trý nýggj stakløg
· 50:33
Stakløgini, "Sig mær" við Tøgn, "Suffer In Silence" við Ingibjørg Hansen og "Pápi" við Anton Liljedahl verða ummæld av Ára Rouch og Holgar Johannesen. Eyðfinn Jensen er vertur
Kvørnin: Trý føroysk stakløg
· 54:11
Stakløgini, ið verða ummæld, eru: "Sporty Girls" við Baldur. "Flames Of Evil" við Wolfgang. "Dansi ordiliga seksutt" við Det Ferösche Compagnie og Kristinu Sørensen Ougaard. Hergeir Eldevig og Páll Oddur Rubbeksen eru hesaferð ummælarar í Kvørnini, sum Eyðfinn Jensen leggur til rættis.
Kvørnin: "ÓJÓ", Tunghoyrt
· 53:28
"ÓJÓ" er fyrsta EP'in við bólkinum Tunghoyrt, sum av álvara gjørdi vart við seg fyri fyrstu ferð í Sement tónleikakappingini í 2025 við melodiskum rock sangum og orkufullum live-framførslum. Á útgávuni ÓJÓ eru seks sangir á føroyskum máli, sum limirnir í bólkinum hava skrivað í felag. Tunghoyrt eru: Jóni Strøm, sang Helge Marius Greve, guitar Bjarni Jakobsen, trummur Erik Reynheim, bass Benjamin Petersen hevur tikið upp, lagt til rættis, framleitt og ljóðblandað sangirnar, meðan Raelynn Janicke hevur frumbandað útgávuna. Plátufelagið Tutl hevur givið "ÓJÓ" út. Skotsmál: 7/10 stjørnum: Regin To
Kvørnin: "Monochrome", Gunnva
· 51:52
"Monochrome" er heitið á fyrstu heildarútgávuni við donsk/føroysku songkvinnuni Gunnva, hvørs fulla navn er Gunnva Jóhannisardóttir Kjærgaard. Í tíðindaskrivi sigur Gunnva, at útgávan er ein tónlistarlig dagbók, ið fylgir ferð hennara frá ungdóms óvissu til vaksnamannalív - ein søga um at finna seg sjálva og taka ímóti øllum litunum í lívinum. Á plátuni eru tólv sangir, sum Gunnva hevur gjørt bæði orð og løg til. Ellivu á enskum og ein á føroyskum máli. Victor Kiowsky Søyland hevur framleitt, ljóðblandað og frumbandað útgávuna, sum plátufelagið Sounds Bananas gav út tann 31. oktobur í 2025. Sk
Kvørnin: Trý føroysk stakløg
· 52:40
Stakløgini, ið verða ummæld, eru "Eingin ótti" við Sakaris, "Oyralippan" við Guðrið Hansdóttir og "Mr. Cherry Boy" við Basj.
Kvørnin: "Sólskin", Stanley Samuelsen
· 52:05
"Sólskin" er heiti á nýggjastu heildarútgávuni við (74 ára gamla) Stanley Samuelsen úr Fuglafirði, sum seinastu 55 árini hevur búð í Danmark. Á fløguni eru 10 sangir, sum Stanley antin hevur gjørt sjálvur, týtt til føroyskt, og/ella sett lag til. Allir eru á føroyskum máli uttan heitislagið "Solskin", sum er yrking á donskum eftir William Heinsesen. Upptøkurnar hava Jónas Bloch Danielsen, Finnur Hansen og Flemming Rasmussen staðið fyri. Jóhannus á Rógvi hevur framleitt, og Óli Poulsen hevur ljóðblandað og frumbandað útgávuna, sum plátufelagið Tutl gevur út. Ólavur Larsen hevur samskipað verkæt
Kvørnin: Trý nýggj stakløg
· 53:35
Hergeir Eldevig og Birgar Larsen eru ummælarar í Kvørnini, sum Eyðfinn Jensen leggur til rættis.
Kvørnin: "Ovastaloft", Hervør Sabina á Torkilsheyggi
· 53:15
´"Ovastaloft" er heitið á fyrstu heildarútgávuni við Hervør Sabinu á Torkislheyggi. Á fløguni eru 15 sangir. Fimm á enskum og tíggju á føroyskum máli. Hervør Sabina hevur gjørt bæði orð og løg til allar sangirnar uttan ein. Tað er sangurin "Kvøldbøn", ið pápi hennara, Poul Jóhan Djurhuus, hevur týtt frá enskum. Tónleikarar á útgávuni eru: Benjamin D. Djurhuus, Gittar, percussion o.a. Jasmin Jovanovic, trummir David Simonsen, bass Jan Nónklett, Klaver og harmonika Jóhan Hentze, Trompet Súsanna Joensen, Tvørfloyta Angelika Hansen, Violin Kári á Torkilsheyggi, Gittar Per I. H. Petersen spælir tru
Kvørnin: "Stev", maður:glotti
· 53:01
Stev er heiti á fjórðu heildarútgávuni við føroyska bólkinum maður:glott. Terji Krossteig og Dennis Agerblad, ið mannað bólkin, hava skriva teir tíggju, nýggju føroysku sangirnar á plátuni. Sekstan ár eru liðin, síðan seinasta heildarútgávan "Land" við maður:glotti kom út, so talan er um eina endurkomu - eitt sokallað comeback. Í tíðindaskrivið verður sagt, at "STEV inniheldur løg, ið flyta seg millum sjálvsskoðan og ljósa orku — frá upplyftandi “Eg sigi ja” til dragandi og myrkt “Ein skuggi av mær.” Á plátuni hoyrast báðir limirnir syngja og spæla, samstundis sum gestatónleikarar leggja dýpd
Kvørnin: Trý føroysk jólaløg
· 50:13
Jólasangirnir, ið verða ummældir, eru: "Nú hoppa og skroppa allar nissur", Malan Eyðunsdóttir. Orð og lag: Mourits Mohr Joensen. "Kongur føddur er", Jórun Pólsdóttir og Lanterna. Orð og lag: Jórun Pólsdóttir. "Jól saman við tær", Dan Olsen. Orð og lag: Dan Olsen
Kvørnin: "Íða", Frum
· 50:22
"Íða" er fyrsta føroyska heildarútgávan við Frum. Jenný Augustudóttir Kragesteen, kvinnan handan Frum, hevur gjørt bæði orð og løg til teir 8 sangirnar á útgávuni. "Íða" er eisini merkt av samstarvi við nakrar av fremstu røddunum í føroyska tónleikalívinum. Umframt Jenný Augustudóttir Kragesteen syngja Lea Kampmann, Anna Sofía Skoradal (Gówa), Dania O. Tausen, Marianna Winther, Elinborg Pálsdóttir, Anna Katrin Øssursdóttir Egilstrøð, Jasmin Mote (Jazzygold) og Hans Marius Ziska á hvør sínum lagi umframt upplestur við Beinir Bergsson. Tónleikurin er framleiddur í Akureyri og Bergen í samstarvi
Kvørnin: "Í ævir", Elinborg
· 51:57
Ódnin og ljósið: "Krystalklár rødd stoypir føroyskt nordic noir í elektriskum myrkri", er yvirskriftin til ummælið hjá Regini Toftegaard. "Í ævir" er heitið á fyrstu heildarútgávuni við Elinborg. Á plátuni eru átta sangir á føroyskum máli og tvey ljóðførisløg, sum Elinborg Pálsdóttir hevur skrivað. Per I. Højgaard Petersen hevur framleitt tónleikin, og Eivør Pálsdóttir hevur útsett og framleitt songrøddirnar. Jens L. Thomsen hevur ljóðblandað sangirnar í Rúm44, og Robin Schmidt hevur frumbandað útgávuna í 24-96 Mastering. Tónleikarar á plátuni, eru: Elinborg Pálsdóttir, Per Ingvaldur Højgaard
Kvørnin: "Ævir, amen", GØ
· 51:27
Á plátuni "Ævir, amen" eru nýggju løg, sum Ólavur Eyðunsson Gaard og Kristian Pauli Ellefsen hava skriva í hvør sínum lagi, og hóast talan er um ljóðføristónleik, eru flestu løgini politiskar ella mentannarligar viðmerkingar til støðuna í Føroyum. Tónleikarar í GØ eru: Ólavur Eyðunsson Gaard, elektriskan og akkustiskan guitar, syntheziser og røddir Kristian Pauli Ellefsen, klaver og syntheziser Árni Jóhannesson, bass Hjørtur Pætursson Háberg, trummir og slagverk Sjúrður Zachariassen, alt og tenor saxofon Ólavur Eyðunsson Gaard og Per Ingvald Højgaard Petersen hava framleitt løgini, sum Jens L.
Kvørnin: "Livandi", Døgg Nónsgjógv
· 51:59
Á plátuni "Livandi" eru 11 sangir á føroyskum máli, sum Døgg Nónsgjógv og Høgni Lisberg hava skrivað í felag. Høgni Lisberg hevur lagt tónleikin til rættis, tikið upp, framleitt, ljóðblandað og frumblandað sangirnar í Studio við Gøtugjógv. Tey, sum eru við á plátuni, eru: Døgg Nónsgjógv, sang. Høgni Lisberg, trummir, slagljóðføri, bass, elektriskan og akkustiskan guitar, klaver, synthesizer og harmonium. Jan Rúni Poulsen, akkustiskan guitar, synthesizer, modular synth, trummir, slagljóðføri og vibraphone. Johan Hentze, trompet og flugelhorn. Í tíðindaskrivið sigur Døgg, at útgávan, ið er ogna
Kvørnin: "Overnight Sensation", Jón Eliassen
· 51:44
Á EP'ini "Overnight Sensation" eru 4 sangir á enskum máli, sum Jón Eliassen úr Leirvík hevur skrivað, útsett, spælt inn, tikið upp, framleitt og ljóðblandað. Í tíðindaskrivi verður sagt, at tónleikaslagið á útgávuni er fyri tað mesta pop tónleikur, við íblástri frá synth-pop, city-pop, electronica og jazz tónleiki. Tekstirnir snúgva seg um einsemi, at trúgva upp seg sjálvan og at flýggja frá veruleikanum. Páll Oddur Rubbeksen og Birgar Larsen eru hesa ferð ummælarar í Kvørnini, sum Eyðfinn Jensen leggur til rættis.
Kvørnin: "Unicorn", Ester Skála
· 48:06
"Unicorn" er fyrsta LP útgávan við Ester Skála. Ester hevur sjálv skriva tekstirnar og gjørt tey sjey løgini á útgávuni, sum Kristoffur Mørkøre hevur tikið upp, framleitt og ljóðblandað. Í tíðindaskrivi verður boða frá, at innihaldið á plátuni er “søtt og pink”, og snýr seg um kenslur og lívsins viðurskifti, alt frá kærleika til hjartasorg, ið verða lýst í einum dreymakendum dæmi. Plátufelagið Tutl hevur givið "Unicorn" út á LP plátu og á stroymitænastum. Skotsmál: 9/10 stjørnum: Regin Toftegaard 7/10 stjørnum: Ingmar Berg Mikkelsen Eyðfinn Jensen leggur til rættis.